Ongi úrslit

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

Áki Bertholdsen
7. november 2025 kl. 07:44

Í gjár kom ein fremmandur maður til Føroya við flogfari. Tá ið viðurskiftini hjá honum vórðu kannað, bað hann um friðskjól í Føroyum.

Men hetta bar ikki til, tí at vit eru ikki eitt sjálvstøðugt land. Sostatt er tað í Dannark, at hann skal biðja um friðskjól, og tí verður hann sendur aftur til Danmarkar í dag.

Løgreglan sigur, at maðurin er úr Sýria, og hann hevur longu uppihaldsloyvi í einum ES-landi, men nú hevði hann so fingið eyga á Føroyar og vildi sleppa higar at vera.

Men løgreglan sigur, at sýrin verður sendur av landinum aftur í dag til Danmarkar, og so kann hann royna eydnuna har.

Løgreglan sigur, at tað er rættiliga sjáldsamt, at nakar biður um friðskjól her. Seinast tað hendi var fyri kanska 12-15 árum síðani.

Mest lisið hesa vikuna

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

13. apríl kl. 18:41

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

13. apríl kl. 20:30

Tað kann kosta bilføraranum koyrikortið

Í gjár kl. 07:43

Myndir: Heðin Mortensen 80 ára føðingardag

10. apríl kl. 23:26