Ongi úrslit

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

Áki Bertholdsen
6. november 2025 kl. 11:09

Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá landsstýrinum um at taka mvg av frukt, eplum, grønmeti og blæum til pinkubørn.

Endamálið er at gera tað liviligari hjá barnafamiljum.

Hetta er ein ætlan, Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki tekur undir við. Tey halda, at tað eru bæði lættari og einfaldari mátar at lætta um hjá fólki upp á.

Tey vænta, at fyriliggjandi uppskot fer at føra til nakað av eyka umsiting, serliga hjá teimum lítlu handlunum.

– Harumframt fáa sunnar, stuttfluttar, føroyskar fiskavørur, ikki sama fyrimun, sum ætlanin er at geva eplum, frukt, grønmeti og blæum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at er ætlanin at lætta um gerandisdagin hjá fólki, eru tað betri mátar at gera tað upp á.

Serliga mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at sjóneykan verður sett á barnafamiljurnar.

– Tað eru ofta tær, sum hava tað tungt fíggjarliga, og burðartalið í Føroyum er seinnu árini minkað nógv, sigur felagið.

– Heldur enn at avtaka mvg á ávísum vørum, kundi allur peningurin verður nýttur til at hækka barnafrádráttin í landsskattinum uppaftur meira, enn ætlanin longu er, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Mest lisið hesa vikuna

Hon er ræðuliga vónbrotin og skelkað av Framsókn

24. februar kl. 22:17

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

Í gjár kl. 08:56

Atkvøðuslúkur í Javnaðarflokkinum gevst í politikki

27. februar kl. 17:24

Støðan er batna - men tað er langt eftir á mál

27. februar kl. 21:00

Atli er nýggi sambandsmaðurin á Toftum

26. februar kl. 17:31

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

17 tímar síðan