Ongi úrslit

Trump til NATO - Eg eri klárur tá tit eru!

NATO eigur at leggja 50 til 100 prosent toll á Kina

Jóhanna Højgaard
Í gjár kl. 13:00

Donald Trump, forseti, er til reiðar at seta stór revsitiltøk í verk móti Russlandi, um øll NATO-londini gera tað sama. Samstundis skulu øll lata vera við at keypa russiska olju, heldur hann.

Trump leggur eisini upp til, at NATO sum bólkur eigur at leggja 50 til 100 prosent toll á Kina, sum bert verður avtikin, tá kríggið í Ukraina er av.

Hetta skrivar Donald Trump í dag, einum opnum brævi til øll NATO-londini og umheimin, sum hann hevur deilt á sínum sosiala miðli Truth Social.

- Sum kunnugt hevur raðfestingin hjá NATO til at vinna kríggið, verið nógv minni enn 100 prosent, og keypið av russiskari olju hjá nøkrum londum hevur verið ørkymlandi! Tað viknar nógv tykkara samráðingarstøðu og semingsmegi við Russland, skrivar Trump.

Forsetin skrivar, at hann er til reiðar at "go ahead" tá NATO-lond eru. Harumframt heldur Trump, at NATO eigur at leggja 50 til 100 prosent toll á Kina. Ein tollur sum bert verður avtikin, tá kríggið millum Russland og Ukraina er av.

- Kina hevur eitt sterkt tamarhald, enntá eitt tak yvir Russlandi, og hesir tungu tollarnir fara at bróta tað takið, skrivar Donald Trump í brævinum.

Trump noyðir Evropa at hyggja inneftir við sínum opna brævi til øll NATO-londini. Tað metir tíðindamaðurin hjá TV 2, Rasmus Tantholdt, sum er í Kiev í Ukraina.

-Donald Trump sigur, hví peikar tú á meg? Hvat gert tú í roynd og veru sjálv/ur? Tit halda fram við at innflyta russiska olju og gass, og tað gevur ikki meining. Tú mást steðga við at fíggja russisku krígsmaskinuna, greiðir Tantholdt frá.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45