Ongi úrslit

Trump tekur trygdarverjuna hjá amerikanska virusserfrøðinginum aftur

Fauci hevur fingið fleiri deyðshóttanir fyri hansara handfaring av heimsfarsóttini.

Edvin H. Niclasen
25. januar kl. 19:16

Anthony Fauci, sum undir koronafarsóttini var fremsti statsfarsóttarfrøðingur í USA, fer ikki longur at hava trygdarfólk, sum amerikanski staturin veitir.

Tað sigur forsetin í USA, Donald Trump, fríggjadagin.

- Sjálvt um tú hevur arbeitt fyri stjórnina, kanst tú ikki fáa trygdarverju restina av lívinum, segði forsetin við tíðindafólk á vitjan síni í statinum North Carolina.

Fauci hevur fingið fleiri deyðshóttanir fyri hansara handfaring av heimsfarsóttini.

Trump tók í síðstu viku alment lønta trygdarráðgevan hjá John Bolten burtur, sum var tjóðartrygdarráðgevi í Amerika í góð eitt ár av fyrsta forsetatíðini hjá Trump.

Undir vitjanini hjá Trump í North Carolina spyr ein tíðindamaður forsetan, um hann fer at kenna seg hava partvísa ábyrgd, um okkurt hendir Fauci ella Bolton, tá teir ikki longur hava trygdarfólk hjá stjórnini rundan um seg.

- Nei. Tað fari eg ikki at taka ábyrgd av, sigur Trump.

- Teir hava báðir forvunnið nógvar pengar og kunnu seta síni egnu trygdarfólk í starv. Eg vil gjarna geva teimum nøkur telefonnummur hjá nøkrum dugnaligum trygdarfólki, leggur forsetin afturat.

Sambært New York Times varð trygdarverjan hjá virusserfrøðinginum avtikin hósdagin. Síðani hevur hann sambært fjølmiðlunum sett sítt egna trygdarfólk í starv.

Fáar tímar áðrenn nú fyrrverandi amerikanski forsetin, Joe Biden, fór úr Hvítu húsunum mánadagin, náðaði hann millum annað Anthony Fauci.

Tað gjørdi hann fyri at verja fyrrverandi høvuðsstatsfarsóttarfrøðingin fyri møguligari ákæru undir Donald Trump, stendur í tíðindaskrivi.

John Bolton hevur eins og Fauci verið útsettur fyri hóttanum móti lívi sínum. Í 2022 ákærdi USA ein lim í iransku kollveltingarverjuni fyri at hava ætlanir um at myrða fyrrverandi trygdarráðgevan.

Amerikanska uttanríkisráðið hevur bjóðað eina løn upp á 20 milliónir dollarar - 142 milliónir krónur - fyri upplýsingar um iranska bakmannin.

Amerikanskir ​​embætismenn hava eisini áður ákært Iran fyri at hava ætlanir um eina morðroynd á Trump.

Endamálið við morðætlanunum var sambært embætisfólkunum at fáa hevnd, eftir at iranski generalurin Qassem Soleimani varð dripin í einum amerikanskum dronuálop í 2020.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er so andstygiligt, at tað sker í hjartað

Í gjár kl. 10:00

Eg vil við hesum koma við eini umbering

2 tímar síðan

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

10. mars kl. 16:40

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

11. mars kl. 15:17

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

11. mars kl. 12:40

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55