Ongi úrslit

Trump-stjórnin lovar 70.000 kr um árið til hvønn íbúgva í Grønlandi

Eftir at hava hótt við hermegi móti oyggjatjóðini áður, roynir hann nú ein nýggjan taktikk: reiðan pening.

Jonhard Hammer
14. apríl 2025 kl. 10:10

Sambært amerikanskum og fronskum miðlum bjóðar Trump-stjórnin nú umleið 70.000 danskar krónur. um árið til hvønn grønlending, um teir taka undir við at gerast partur av USA.

Amerikanska hugskotið, sum eftir øllum at døma hevur verið umrøtt í Trygdarráðnum, er at avloysa tann árliga stuðulin á umleið 4,2 milliardir krónur, sum Danmark í dag letur Grønlandi við beinleiðis útgjaldingum til fólkið.

Hugskotið er, at á henda hátt kanst tú vinna hjørtu og meiningar hjá teimum umleið 57.000 grønlendsku íbúgvunum.

Trump hevur ikki hildið seg aftur við søluretorikkinum. "Vit vilja verja tykkum. Vit vilja gera tykkum rík," segði forsetin, sum vil knýta Grønland tættari at USA við bæði peninga- og samleikapolitikki.

Samstundis roynir Trump-toymið at spæla uppá mentanar arvin: Inuitarnir í Grønlandi eru ættaðir frá upprunafólki í Alaska, sigst, og tí er tað "natúrligt" at venda aftur til USA.

Men tað er ikki bara felagsskapur og fløgg, sum motivera Trump, tað snýr seg eisini um tilfeingi.

Grønland er ríkt av uran, kopari, gulli og olju, og so hvørt sum ísurin bráðnar, gerst hesi tilfeingi meira atkomilig.

Og tað vil Trump sjálvandi gera sær dælt av.

Bæði í Keypmannahavn og Nuuk verður flytingin móttikin við øllum øðrum enn hita.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, kallar tað fyri “trýst og hóttanir” og leggur dent á, at “tú kanst ikki leggja eitt annað land undir teg.”

Grønlendski forsætisráðharrin, Jens-Frederik Nielsen, er enn greiðari: “USA fær ikki Grønland.”


Mest lisið hesa vikuna

Hann stúrir fyri gongdini við útlendingum í Føroyum - nú skulu tøl á borðið

21. januar kl. 08:51

Debatindlæg: Svar til Sjúrður Skaale

Í gjár kl. 22:00

Montenegro tímdi ikki at spæla

20. januar kl. 18:44

Tað er óneyðugt at fara uttanlands fyri at uppliva muslimskan ágang

12 tímar síðan

Dekkar KvF yvir fólkadráp?

24. januar kl. 09:34

Sleppa ikki suður í kvøld

22. januar kl. 18:15