Ongi úrslit

Trump hevur hildið tíðindafund

Trump hevur nevnt ein møguligan annan fund, har Zelensky skal luttaka.

Jóhanna Højgaard
14. august kl. 19:20

- Eg haldi, at Putin og Zelensky fara at binda frið.

Tað segði Donald Trump á einum tíðindafundi úr Hvítu Húsunum, fyri løtu síðani, undan toppfundinum við Putin í morgin.

Trump hevur nevnt ein møguligan annan fund, har Zelensky skal luttaka.

-Tann fundurin er enn meira týdningarmikil, sigur Trump

Trump verður á tíðindafundinum spurdur, um hann metir tað vera eina samsýning til Russland, um tað endar við, at Ukraina noyðist at geva upp øki.

Nei, svarar hann. Yvirhøvur sigur hann, at vit "skulu síggja, hvat hendir".

-Fundurin fer at hava stóran týdning fyri Russland og okkum. Vit fara at bjarga nógvum mannalívum, sigur Trump.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57