Ongi úrslit

Trump er hildin at hava sent eitt føðingardagskort til Epstein

Sigur at tað ikki passar og leggur sak ímótir miðlinum

© Davidoff Studios Photography/Getty Images
Jóhanna Højgaard
19. juli kl. 18:44

“Tillukku við føðingardegnum – og má hvør dagur vera enn eitt frálíkt loyndarmál”.

Hetta vóru orðini, sum eftir øllum at døma vóru skrivað í einum føðingardagskorti, sum tann nú deyði, dømdi kynsbrotsmaðurin Jeffrey Epstein fekk á 50 ára føðingardegnum í 2003.

Føðingardagskortið hevur amerikanski miðilin The Wall Street Journal avdúkað.

Sambært miðlanum hevur kortið eina heilt serliga undirskrift.

Tað skal nevniliga vera Donald Trump, sum skal hava skrivað og teknað á kortið.

Kroppurin á einari naknari kvinnu er teknað á kortið saman við áður nevndu orðingini.

Donald Trump, forseti, hevur fylgt lyfti sínum um at stevna The Wall Street Journal.

Hann sigur, at miðlin sigur ósætt.

Trump legði stevningina fram fríggjadagin, har hann kravdi minst 20 milliardir dollarar.

Tað boðar hann frá á Truth Social.

Mest lisið hesa vikuna

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34

Sýri bað um friðskjól í Føroyum

7. november kl. 07:44