Ongi úrslit

Trump hóttir við at leypa á yvirgangsmenn í Nigeria

kristindómurin í landinum stendur fyri einari eksistentiellari hóttan

© Kevin Lamarque / Ritzau Scanpix
Jóhanna Højgaard
1. november kl. 23:00

Donald Trump skrivar á Truth Social leygardagin, at um nigerianska stjórnin framhaldandi loyvir drápunum av kristnum, so kann USA finna uppá at koma inn í landið og berja niður islamisku yvirgangsmenn.

Nigeria er sambært honum eitt land, sum er serliga ørkymlandi.

Í innlegginum á miðlinum sum hann sjálvur eigur, skrivar hann at kristindómurin í landinum stendur fyri einari eksistentiellari hóttan.

Nigeria er í løtuni tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av harðskapi móti kristnum, segði Evropatingið í farna mánaði, og USA fer eisini beinanvegin at steðga allari hjálp til Nigeria, sigur forsetin.

- Eg áleggi hervið okkara krígsdeild at fyrireika seg til møgulig tiltøk, leggur forsetin afturat. Um vit leypa á, so verður tað skjótt, illviljað og ógvusligt, heldur Trump fram um tað, sum hann nevnir yvirgangs-sníkar í Nigeria.

Forsetin endar sítt uppslag við einari ávaring til nigeriansku stjórnina, sum hann heldur burdi verið skilagóð og handla skjótt.

Sí eisini kristin vera forfylgd

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53