Ongi úrslit

4.476 kristin dripin higartil í ár

Jóhanna Højgaard
29. oktober kl. 22:15

Open Doors International er missiónsfelag, sum stuðlar kristnum, sum verða forfylgd og dripin kring allan heimin. Tey skriva á teirra heimasíðu, at talið av kristnum, sum verða dripin fyri sína trúgv í Nigeria, er í minking.

Men samanumtikið er harðskapurin ímóti kristnum í Afrika – serliga frá Sahara og suðureftir – framvegis verri enn aðrastaðni í heiminum.

Í Sudan herjar eitt borgarakríggj, sum hevur sent milliónir til rýmingar og dripið túsundtals. Hetta hevur ført til eina støðu við lutvísum lógloysi nógvastaðni og ført til, at kristin verða dripin vegna teirra trúgv.

Talið av dripnum kring heimin er tó fallið úr 4.998 í fjør niður í 4.476 í ár.

Hetta kemst einans av, at talið av dripnum kristnum í Nigeria er minkað – úr 4.118 í fjør til 3.100 í ár. Hetta er lægsta talið síðan 2020.

Samstundis vaks talið av dripnum kristnum í restini av heiminum.

3.775 er talið fyri kristin, sum eru rænd.

209.771 eru flýdd frá húsi og heimi. 

7.699 kirkjur og kristin samkomustøð eru álopin ella tvingsilstongd.

4.744 kristin eru handtikin, dømd, fongslað ella varðhaldsfongslað uttan rættarfund.

Mest lisið hesa vikuna

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Næsta sparingin skal verða at niðurleggja føroyskar sendistovur uttanlands

20. november kl. 09:53