Í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar við Gøtugjógv og aðrastaðni í bugdum øki har tað bara er loyvt at koyra 50.
Tað kostaði trimum bilførarum bót og klipp í koyrikortið - og tað kostaði einum bilførara koyrikortið.
Teir, sum fingu klipp í koyrikortið, koyrdu allir ímillum 71 og 80 kilometrar um tíman. Og tann, sum misti koyrikortið, koyrdi 85 kilometrar um tíman.
Annars loysnaði ein loftspláta undan loftinum í Leirvíkstunlinum í gjár og hon hekk so mikið langt niður, at hon kundi vera til vanda fyri stórar bilar. Tað fekk Landsverk boð um, so teir heftur hana aftur, áðrenn nakar skaði hendi.
Og á Eiði varð boðað frá eldi á einum virki. Tað vísti seg kortini, at talan var bara um royk ið stóðst av skammlopi í einum elektriskum tóli á virkinum.