Ongi úrslit

Tríggjar rýmdar nonnur

Tað kundi ljóðað sum eitt framhald av filmi úr 90-árinum

Jóhanna Højgaard
13 tímar síðan

Tað kundi ljóðað sum eitt framhald av filmi úr 90-árinum, men er tó úr veruleikanum.

Tríggjar eysturríkskar nonnur, ávikavist 81, 86 og 88 ára gamlar, sum eru vorðnar so troyttar av at búgva á einum røktarheimi, at tær fyri stuttum tóku aftur tóma klostrið, sum tær vórðu fluttar úr fyri nøkrum árum síðani.

Við hjálp frá einum lásasmiði sloppu tær inn í Goldenstein-klostrið, sum liggur nærhendis Salzburg.

Men próvsturin Markus Grasl, sum hevur ábyrgdina av nonnunum, er ikki serliga fegin um hettar. Hann ávarar um, at klostrið ikki er egnað at búgva í og ​​at kvinnurnar hava tørv á serligari umsorgan.

- Eg dugi ikki at skilja, hví systrarnar eru farnar av røktarheiminum, har tær fáa alneyðuga, góða og professionella læknahjálp, sigur hann.

Bygningurin er tómur, og hann hevur ongan streym ella rennandi vatn, leggur hann afturat.

Men higartil hava tær tríggjar nonnurnar klárað seg við vatnkrukkum, einum generatori og hjálp frá lokalum fólki, sum eru eldhugaði um tiltakið hjá katólsku systrunum.

Tey hava borið mat til nonnurnar, og ein lækni á staðnum hevur enntá vitjað klostrið fyri at kanna tær.

Systir Bernadette, systir Regina og systir Rita tykjast higartil eisini óávirkaðar av ávaringunum hjá Markus Grasl.

- Vit kenna okkum ikki sum hersetingarmenn ella innbrotsmenn, siga tær tríggjar við eysturríkska blaðið Kronen Zeitung.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

Í gjár kl. 15:42

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Charlie Kirk er skotin

10. sepember kl. 21:00

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45