Ongi úrslit

Tríggir stórir dagar í Georgia

Hallur Hansson var fyri 75. ferð á landsliðnum, og tveir aðrir KÍ spælarar umboðaðu føðilandið fyri 25. ferð

Hallur Hansson var hóskvøldið fyri 75. ferð á landsliðnum
Jóannes Hansen
Í gjár kl. 00:29

Føroyska landsliðið riggar til at fara úr Georgia og aftur til Føroya. Eftir 1-0 tapið í Georgia hóskvøldið er fokus á HM undankappingardystinum ímóti Gibraltar, sum verður mánakvøldið ella 2. hvítusunnukvøld. Hetta verður sætti dysturin hjá Eyðuni Klakstein sum venjari, og hetta verður fyrsta ferðin, at Eyðun verður á heimavølli.

Meðan ferðin til Georgia var umvegis Istanbul í Turkalandi, so er heimferðin í leiguflogfari úr Georgia og beinleiðis til Keypmannahavnar og so fríggjadagin upp til Føroyar.

Einasta málið í Georgia skoraði heimaliðið eftir horna í 9. minutti. Heimaliðið var meiri á bóltinum, og heimaliðið hevði fleiri royndir ímóti málinum, men sum tíðin leið legði føroyska liðið nógv fyri í álopspartinum, og Daniel Johansen hevði góða roynd, og Páll A. Klettskarð hevði góðan møguleika at javna.

Millum teir fyrstu ellivu á føroyska liðnum vóru seks spælarar, sum síðstu tíðina ikki hava verið millum teir fyrstu ellivu. Tað ráddi um at telva soleiðis, at liðið av álvara verður trimmað undan stóru royndini á heimavølli mánakvøldið. Tí vera tað fleiri broytingar millum teir fyrstu ellivu, um tað verður sammett við liðið, sum byrjaði ímóti Georgia.

Í Georgia varð Hallur Hansson skiftur inn í 63. minutti. Hetta var 75. ferðin, at hann var á landsliðnum.

Eftir skaðasteðg vóru Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen aftur millum teir fyrstu ellivu. Felags fyri teir báðar var tað, at hetta var 25. ferðin, at teir vóru á landsliðnum.

Fróði Benjaminsen eigur framvegis landsliðsmetið. Hann spældi 95 landsdystir, og Jóan Símun Edmundsson hevur spælt 93 landsdystir. Viljormur Davidsen, sum var liðformaður í Georgia, er nummar trý í røðini við 87 landsdystum.

Óli Johannesen er á fjórða plássi við 83 landsdystum, og so eru tað Sølvi Vatnhamar (79), Hallur Hansson (75), Jákup Mikkelsen (73) og Gunnar Nielsen (70). Nú er Brandur H. Olsen á níggjunda plássi við 66 dystum. Hann er nú frammanfyri Jens Martin Knudsen og Gilla Rólantsson Sørensen (65).

  

Georgia – Føroyar 1-0 (1-0)

1-0: Luka Lochoshvili 9.

Dómarabólkur úr Belgia: Jasper Vergoote, Michele Seeldraeyers og Martijn Tiesters og Goga Kikacheishvili (4. dómari úr Georgia)

Føroyar: Bárður á Reynatrøð – Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (Adrian Justinussen, 46.), Viljormur Davidsen – Jann J. Benjaminsen (Hallur Hansson, 63.), Noah Mnenéy (Brandur Hendriksson Olsen, 63.), Jákup B. Andreasen, Daniel Johansen – Hanus Sørensen, Patrik Johannesen (Petur Knudsen 63./Páll A. Klettskarð 71.), Poul Kallsberg (Árni Frederiksberg, 63.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Mattias H. Lamhauge, Ari í Haraldstovu Petersen, Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson, Odmar Færø

Venjari: Eyðun Klakstein

Fróði Benjaminsen

95

Jóan Símun Edmundsson

93

Viljormur Davidsen

87

Óli Johannesen

83

Sølvi Vatnhamar

79

Hallur Hansson

75

Jákup Mikkelsen

73

Gunnar Nielsen

70

Brandur Hendriksson Olsen

66

Jens Martin Knudsen

65

Gilli Rólantsson Sørensen

65

kelda: FaroeSoccer

Mest lisið hesa vikuna

Nýggj Dimmalætting í sølubúðunum. Lærarin elskaði at fáa flokkin at flenna eftir mær

1. juni kl. 20:40

Hetta slagið av ísi til børn er heilsuskaðiligt

3. juni kl. 18:06

Kanning sigur at olivenolja møguliga fyribyrgir demens

1. juni kl. 12:10

Eg fái ikki gron um konan ikki minnist til pápadagin

4. juni kl. 17:00

Læknar vilja hava felags læknamiðstøð fyri alla Suðuroynna

4. juni kl. 08:56

Janusz náddi ikki at fáa ríkisborgararætt

7 tímar síðan