Í gjár var løgreglan ymsastaðni í landinum við ferðmátaranum. Og tað kostaði fýra bilførarum.
Ein bilførari varð tikin í Kollafjørði á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80. Men hann koyrdi alt ov skjótt, tí hann koyrdi 117 kilometrar um tíman og tað kostar honum eitt klipp.
Ein annar koyrdi 107 klometrar um tíman á sama strekki, og hann fær klipp í koyrikortið.
Millum Fjarða, har tað eisini er loyvt at koyra 80, var eisini ein tikin fyri at koyra 117, og hann fær somu lagnu sum hin, nevniliga at koyrikortið rýkur.
Og í Líðini í Trongisvági, har tað eisini er loyvt at koyra 80, varð ein bilførari tikin fyri at koyra 101 kilometrar um tíman, og hann fær klipp í koyrikortið.
Og í nátt varð ein bilførari tikin í Havn fyri at koyra við kenning, so tey tóku blóðroynd av honum og úrslitið av henni verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.