Ongi úrslit

Tórshavnar Býráð má ávara fólk um vandan

Serliga góðveðursdagar er nógv fólk í Sandagerði
Áki Bertholdsen
13 tímar síðan

Børn og vaksin, sum svimja ella vassa á sjónum í Sandagerði, og nógva aðrastaðni í Føroyum kunnu fáa bakteriur í seg, sum heilivágur ikki rínur við.

Tað sama ger seg galdandi fyri børn, og vaksin, sum vassa í hyljum fram við strondini, og í áum.

Tað vísa kanningar, Anni Djurhuus, granskari á Fróðskaparsetrinum, hevur gjørt, saman við øðrum.

Í Sosialinum um vikuskiftið staðfestir hon, at tað er neyðugt at kanna viðurskiftini betur, og kommunan má ávara meira um vandan.

Kanningarnar vísa, at vatnið í Sandagerði, og nógva aðrastaðni í Føroyum, er illa dálkað.

– Í vatninum, sum rennur úr ánni út í Sandagerð, eru ikki bara bakteriur frá skarni, sum vit kunnu fáa ilt í búkin av, men eisini bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, og tær kunnu vera hættisligar, sigur hon.

Mótstøðuføru bakteriurnar koma serliga frá reinsibrunnum, ið skarnið og vatnið frá nógvum húsarhaldum rennur í.

Tá ið skarnið frá nógvum fólkum verður latið í sama brunn, og blandað saman, fáa bakteriurnar góðar umstøður at deila ílegur millum sín, og nógvar verða mótstøðuførar fyri antibiotika, sigur granskarin í Sosialinum.

– Vit hava funnið allar møguligar keðiligar bakteriur, ið kunnu vera sjúkuelvandi, í sjónum og í hyljum niðri í fjøruni, har børn ofta spæla.

– Børn eru í serliga stórum vanda, tí tey koyra alt møguligt í munnin og hugsa ikki um at vaska sær um hendurnar.

– Men eisini fólk, ið svimja í sjónum, kunnu lættliga fáa sjúkuelvandi bakteriur í seg við at svølgja vatn ella tí at tey fáa tær í eitt sár.

– Tað kann gera, at tey fara at spýggja ella fáa leyst lív, men tað kann eisini vera meira álvarsamt, um talan er um mótstøðuførar bakteriur.

– Bakteriur, ið eru mótstøðuførar fyri antibiotika, kunnu elva til álvarsligar sjúkur hjá fólki tí tað er ringt at basa teimum við heilivági.

Tórshavnar kommuna ger regluligar kanningar av dálkingini í millum annað Sandagerði, sum verða kunngjørdar á heimasíðuni hjá kommununi við grønum, reyðum ella gulum fløggum, alt eftir, hvussu reint, ella dálkað, vatnið, ella sjógvurin eru. 

Anni Djurhuus heldur, at kanningarnar skuldu verið minst annanhvønn dag.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

Í gjár kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18