Tað er óskiljandi, at tað bara er kríggið í Ukraina, sum fær føroyingar at seta tiltøk í verk.
Tað heldur tjóðveldismaðurn, Tórnjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavík.
Í sendingini, Stjórnin, á FM1, viðgjørdu tey samstarvið ímillum Føroyar og Russland, serliga við atliti at tí, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at fáa heimild til at seta enn fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi.
Her verður serliga hugsað um at seta bann fyri, at skip, frá tveimum feløgum, sleppa til Føroya.
Tað eru tvey feløg, sum eru undir illgruna at hava trolarar, sum njósnast fyri Russland, og sum eisini eru undir illgruna fyri at hava framt herverk á sjókaðalar.
Tá ið málið var til umrøðu í Løgtinginum í gjár, vóru fleiri politikarar greiðir yvir, at tá ið Landsstýriskvinnn biður um at fáa hesa heimildina, er tað tí at hon ætlar at brúka hana.
Tórbjørn Jacobsen skilur ikki, hví tað bara skal vera hetta eina kríggið, sum gevur føroyingum slíkar moralskar kvalir, at tiltøk skulu setast í verk.
– Russarar hava verið í einum 10 kríggjum hesi sløk 50 árini, vit hava havt fiskivinnusamstarv við Russland, uttan at tað hevur nervað okkum føroyingar tað allarminsta, heldur hann fyri.
Tí skilur hann ikki, hví tað knappliga skal verða so umstrítt at vit býta nøkur kilo av einum fiskaslagi um við nøkur onnur fiskasløg frá russarum, at landsstýrið leggur uppskot fyri Løgtingið um at bróta eina avtalu, vit hava gjørt.
Tórbjørn Jacobsen skilur heldur ikki, hví hetta bara skal vera eitt uttanríkismál. Hann heldur, at hetta er líka nógv eitt fiskivinnumál.
– Tað er mær ein gáta at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, onga støðu hevur til málið, spyr Tórbjørn Jacobsen.
Hann skilur heldur ikki, hvussu ein ókvalifiserað landsstýriskvinna í uttanríkismálum sleppur at spæla hasard við Føroyum, sum hann tók til.
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum er Jóhan Christiansen úr Tjóðveldi og landsstýriskvinnan í uttanlandsmálum er Sirið Stenberg úr Tjóðveldi - og eisini forkvinna floksins.
– Sirið Stenberg hevur ikki eitt tað einasta argument fyri hesum her og tí eigur hon at taka málið aftur, sigur Tórbjørn Jacobsen.