Tóra er best umtókta navnið á gentum, føddar í 2023

Tað er fyrstu ferð, at navnið Tóra er best umtókt á gentum, føddar í árinum

Mynd: Hagstova Føroya
Hagstova Føroya
2. september 2024 kl. 16:28

Navnið Tóra er fyri fyrstu ferð síðan 1985 best umtókta navn á nýføddum gentum. Fimm av teimum 262 gentunum, sum vóru føddar í 2023, fingu navnið Tóra. Tað skula vanliga fimm ella fleiri við sama navni til fyri at enda ovast á listanum fyri best umtókta navn.

Næstbest umtóktu nøvnini á gentum vóru Lív, Lilja, Olivia, Marta, Bjarta, Sólja og Isabella. Av teimum er Lív tað navnið, sum hevur verið best umtókt gjøgnum árini. 121 gentur hava fingið navnið Lív síðan 1985. Hinvegin er Isabella eitt av nýggjaru nøvnunum, sum er blivið betri og betri umtókt seinastu 15 árini. 

Best umtóktu nøvn á gentum føddar í 2023

Tal av gentum

2023

2015

2000

1985

Tóra

5

1

3

3

Bjarta

3

3

2

2

Isabella

3

0

0

0

Lilja

3

4

1

0

Lív

3

3

2

3

Marta

3

1

1

0

Olivia

3

5

1

2

Sólja

3

1

0

0

Hóast navnið Tóra ikki hevur verið ovast á listanum áður, so hevur tað verið eitt vælumtókt navn. Nærum hvørt ár er navnið givið einari ella fleiri gentum, og síðan 1985 hava tilsamans 89 gentur fingið navnið Tóra. Við ársenda í fjør búðu 117 Tórur í Føroyum. 

Triðjbest umtóktu nøvnini á gentum vóru heili 25 í tali. Hvørt av teimum var givið til tvær gentur. Meðan nøkur av nøvnunum leingi hava verið vanlig í Føroyum, eru onnur lutfalsliga nýggj á navnalistanum. Anna, Rakul, Hanna og Eva er millum tey vælkendu nøvnini, meðan nøvnini Svala, Nóra, Luna og Rán eru gentunøvn, sum eru komin við á listan seinastu trý árini.

Fleiri nýggj gentunøvn eu komin á listan síðan 1985, og nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru Ró, Emilia, Ranja, Brá, Vón og Ria. Navnið Bianka var á fyrsta sinni givið nýføddum gentum í 2023.

Um 70% av teimum 262 gentunum, sum vóru føddar í fjør, vóru einnevndar í árganginum. Síðstu 10 árini hava lutfalsliga fleiri gentur enn dreingir verið einnevndar í árganginum. 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum við ársenda. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til seks mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.