Í gjár gjørdi løgreglan rættiliga nógv burtur úr at kanna ferðsluna. Og tað var nokk eisini tiltrongt, tí heilir 12 bilførarar vórðu skrivaðir upp - fyri trý ymisk lógarbrot.
Í gjáramorgunin gjørdi løgreglan ferðmátingar Millum Fjarða, har bilførarar hava lyndi til at koyra skjótari enn gott er.
Har er loyvt at koyra 80, men upp á eina løtu vórðu fimm bilførarar tiknir fyri at koyra skjótt - og teir koyrdu alt ov skjótt.
Tríggir av teimun koyrdu ímillum 102 og 108 og teir fáa allir klipp í koyrikortið umframt at teir fingu bót.
Ein lastbilur varð tikin fyri at koyra 86 kilometrar um tíman, og tað kostar føraranum eisini eitt klipp í koyrikortið, tí lastbilar hava bara loyvi til at koyra 70.
Men so varð ein eisini tikin fyri at koyra alt ov skjótt, tí hann koyrdi 135 kilometrar um tíman, so hann misti koyrikortið.
Seinnapartin í gjár var løgreglan í Klaksvík, á einum strekki har tað bara er loyvt at koyra 40. Og har var sama søgan, tí har vórðu eisini fimm bilførarar tiknir fyri at koyra alt ov skjótt.
Teir koyrdu allir ímillum 56 og 58 kilometrar um tíman, og sostatt bjargaðu teir sær allir eitt klipp í koyrikortið, umframt at teir fá bót.
Tann, sum koyrir 61 á tí strekkinum, missur koyrikortið.
Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra øvugtan veg á einum strekki mitt í Havn, har tað tað er einsrættað hinvegin, og tað kostar eisini bilføraranum eitt klipp í koyrikortið.
Og í gjárkvøldið varð ein bilførari tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Blóðroynd er tikin av honum, og so veldst um, hvat úrslitið av henni vísir.