Ongi úrslit

Tóku trý prutl fyri at koyra alt ov skjótt

Áki Bertholdsen
8. oktober kl. 07:56

Í gjár var løgreglan vesturi í Vágum við tí endamáli at kanna prutl.

Løgreglan sigur, at seks prutl vórðu steðgað og tá ið tey vórðu kannað, vísti tað seg, at trý at teimum vóru ólóglig, tí tey koyrdu alt ov skjótt.

Talan var um lítil prutl, sum hava loyvi at koyra 30, men í hesum føri koyrdi eitt prutl 45, eitt koyrdi 64 og tað triðja koyrdi ikki minni enn 78,5 kilometrar um tíman.

Aldursmarkið fyri at fáa koyrikort til lítil prutl er 15 ár og allir høvdu aldur at koyra, men tann eini hevði kortini ikki koyrikorti.

Í onkrum føri var tað annað av foreldrunum, sum var skrásettur eigari, so tey fáa eisini bót.

Løgreglan sigur, at pláturnar vórðu tiknar av teimum ólógligu prutlunum, og eigarin fær ikki plátur á prutlið aftur, fyrr enn tað er sýnað á Akstovuni og tað er staðfest, at tey eru í lógligum standi.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

Í gjár kl. 09:17

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10