Tað hevur verið toliliga friðarligt runt umkring í landinum í nátt.
Men kortini hevur løgregan tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning í Havn. Blóðroynd er tikin av teimum og úrslitið verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.
Og í morgun varð ringt til løgregluna at boða frá, at tveir mans vóru komnir til ilnar úti á alfaravegi í Havn. Løgreglan sigur, at annar av teimum varð tikin við á støðina, har hann varð settur í brummuna.
Løgreglan sigur, at hann fær eina bót fyri at bróta skilhaldsreglurnar. Men enn er ikki avgjørt um han fær tað minnu bótina upp á 1.500 krónur, ella um hann fær tað størru bótina, sum er upp á 3.000 krónur.