Ongi úrslit

Tóku tríggjar bilførarar og tveir fullar menn

Sum heild hevur tað verið friðarligt hjá løgregluni

Áki Bertholdsen
22. mars kl. 09:16

Hetta síðsta samdøgurið hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni. Seinnapartin í gjár gjørdi løgreglan ferðmátingar við Áir, har tað er loyvt at koyra 80 og har vórðu tríggir bilførarar tiknir.

Tveir eru skuldsettir fyri at koyra 100 og tað fáa teir bót fyri. Høvdu teir koyrt 101, fingu teir eisini klipp í koyrikortið. Tann triði bilførarin varð skuldsettur fyri at koyra 109, og hann fær so klipp í koyrikortið. Hevði hann koyrt 111, hevði hann mist tað.

Teir fáa eisini allir bót, onkustaðni ímillum 1.500 og 2.000 krónur í part.

Í nátt varð løgreglan í miðbýnum, tí har varð mett, at vandi var fyri bardaga ímillum tveir menn. Men tað endaði væl, tí talan var bara um tveir vinmenn, sum vóru farnir at kjakast heldur harðliga og tá ið løgreglan kom uppí, fylgdust teir báðir avstað.

Í Vági var løgreglan eftir einum manni, sum var so drukkin, at hann kláraði seg ikki sjálvur, men hann var koyrdur heim til skilfólk at vera.

Og í Havn ringdu fólk til løgregluna at melda ein mann, sum helt sovorðnan gang, at tey fingu ikki sovið. Tað var ein maður, sum gekk runt í einum grannalagi, tók í úthurðar, og rópti og sang.

Eisini hann var so fullur, at løgreglan helt, at frægast var at taka hann við, og hann varð settur í brummuna, har hann liggur til einaferð nú fyrrapartin, tá ið tað er runnið so frægt av honum, at hann tað er ráðiligt at sleppa honum út.

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45