Ongi úrslit

Tóku tríggjar bilførarar í gjár - tveir mistu koyrikortið

Áki Bertholdsen
19. sepember kl. 07:47

Í gjár var røglen runt umkring og eygleiddi ferðsluna, og úrslitið av tí varð, at tríggir bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt.

Seinnapartin í gjár fekk ein bilførari bót, og klipp í koyrikortið fyri at koyra 105 á strekkinum ímillum Fuglafjørð og Norðragøtu, har tað annars er loyvt at koyra 80.

Og nakað seinni vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at koyra ávikavist 84 og 87 á Landsvegnum fram við Norðasta Horni.

Vanliga er loyvt at koyra 80 ímillum bygdir, men akkurát á hasum strekkinum er bara loyvt at koyra 60. Og tá ið hámarksferðin er niðursett, skal minni til fyri at missa koyrikortið.

Sostatt mistu hesir báðir bilførararnir koyrikortið treytað. Tað merkir, at teir sleppa at halda fram at koyra, men mugu kortini taka koyrikortið av nýggjum, annars verður tað tikið.  

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14