Summastaðni kring landið er tað ein trupulleiki, at ungdómar koyra runt á prutli og órógva fólk - eisini um náttina.
Í gjár var løgreglan á Sandi og har varð eitt prutl tikið - og har var eisini næstan alt galið.
Tað einasta, sum var í lagi í hesum føri var, at prutlførarin hevði koyrikort - men so er eisini alt sagt.
Talan var um eitt lítið prutl, sum í mesta lagi hevur loyvi at koyra 30. Men hetta prutlið koyrdi heilar 85 kilometrar um tíman, ella næstan tríggjar ferðir so skjótt.
Løgreglan sigur, at prutlførarin var ikki í hjálmi, prutlið hevði eingi ljós - og nummarplátan varð tikin av tí.
Løgreglan sigur, at tað er ikki óvanligt, at ungdómar á prutli taka nummarplátuna av, ella boyggja hana so at hon ikki kann lesast, fyri at gera tað truplari hjá løgregluni at eyðmerkja teir.
Løgreglan sigur, at prutlførarin fær bót, og og prutlið verður tikið úr skasetingini. Og tað verður ikki skrásett aftur, og fær sostatt heldur ikki nummarplátu aftur, fyrenn tað hevur verið á Akstovuni til sýn, so at váttan fæst fyri, at tað er í lógligum standi