Ongi úrslit

Tóku fimm bilførarar í gjár

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 09:27

Í gjár var løgeglan á ferð í Klaksvík og kannaði ferðsluna, og í tí sambandi vórðu fimm bilførarar tiknir.

Tveir bilførarar í Klaksvík fingu bót tí at teir sótu ikki í trygdarbelti ímeðan teir koyrdu.

Og í Norðoyatunnilin, klaksvíksmegin, vórðu tríggir bilførarar tiknir fyri at koyra ov skjótt. Har er loyvt at koyra 80, men hesir tríggir koyrdu ímillum 94 og 98 kilometrar um tíman, so tað fáa teir bót fyri.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan fleiri fráboðanir um, at olja var á vegnum í Vágum av Fútakletti niðan ímóti Hálsinum. Tey fingu ikki staðfest, hvaðani oljan stavaði, men Landsverk fekk boð um støðuna, so teir reinsaðu vegin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

14 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

8 tímar síðan