Ongi úrslit

Tobbi verður prentaður av nýggjum

Fyrsta upplag av bókini hjá Tórbjørn Jacobsen við greinum og røðum er um at vera útselt

Jonhard Hammer
17. oktober kl. 13:46

Bókin, sum seinastu dagarnar er tann mest selda í Rit og Rák er tann hjá Tórbjørn Jacobsen.

Tað sæst á hjáløgdu mynd, sum Tórbjørn Jacobsen hevur hann sínum vanga:

Frægi bókavørður okkara - Oyvør - legði hesa myndina út fyri lítlari løtu siðan. Hon man hava gjørt onkur ørindir burtur av sær í høvuðsborgini. At hendan bókin fór at toga seg upp á ovastu rók á metsølulistanum hjá Kára Árting og Rit & Rák, høvdu vit ikki væntað, sum í meiri enn eitt hálvt ár stríddust við at fáa ritverkið "Fyri tí tú veitst er rætt" at liggja ímillum tvær permur.

Skilji á lagnum at áhugin fyri bókini hevur verið somikið stórur, at fyrsta upplagið er við at ganga undan, hóast onkur helt, at vit tóku heldur rívan til, táið avgerð skuldi takast um hetta. Tey, ið ætla sær eitt eintak av fyrstu útgávuni mega helst gera skjótt av, og umrøtt verður í løtuni, um eitt annað upplag skal prentast.

Nú argaði eg mín góða vin Høgna Hoydal útgávudagin við, at hann helst hevði skrivað heimsins drúgvasta formæli, men hinar 6 hundrað síðurnar havi eg sjálvur skrivað í tíggjutals ár. Avgerandi var eisini í processuni, at hetta ikki skuldi vera eitt politiskt evangelium, men heldur ein breiður sveipur av røðum, greinum, ummælum, kvøðum, ritroyndum, essays, viðmerkingum, minningarorðum v.m., skrivar Tórbjørn Jacobsen.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

21 tímar síðan

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03