Ongi úrslit

Tjekkia sigur landsliðsvenjara úr starvi

Fótbóltssambandið í Tjekkia boðar frá, at Ivan Hašek er koyrdur sum landsliðsvenjari

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
16. oktober kl. 14:00

Ivan Hašek er koyrdur úr starvinum sum Tjekkiskur landsliðsvenjari.

Tað váttaði Tjekkiska fótbóltssambandið mikudagin. Hjálparvenjarin Jaroslav Veselý er eisini koyrdur úr starvi.

Avgerðin varð tikin eftir 1-2 tapið móti Føroyum.

- Á fundinum í felagnum 14. oktober mettu vit um seinastu landsliðssetuna og dystin móti Føroyum. 

Vit komu til ta niðurstøðu, at eg skuldi skjóta upp uppsøgn av landsliðsvenjaranum, Ivan Hašek og hjálparvenjaranum, Jaroslav Veselý beinanvegin, sigur felagsformaðurin, David Trunda við heimasíðuna hjá landsliðnum.

David upplýsir, at felagið fer undir leitingina eftir nýggjum landsliðsvenjara.

Ivan Hašek hevur spælt 21 dystir sum landsliðsvenjari hjá Tjekkia.

Tjkkia er nummar tvey í HM-undankappingarbólkinum við 13 stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

8 tímar síðan

Eyðun greiðir allari verðini frá um Føroyar og landsliðið

14. november kl. 17:10