Børnini í vestara parti í Tórshavnar kommunu eru fyri stórum mismuni, og eru tey einastu í Føroyum, ið verða tvungin at fara í forskúla fyri, at møguliga fáa eitt pláss í skúlanum í sínum nærumhvørvi.
Tað er eitt so stórt inntriv í barnalívið, at eg als ikki skilji tey sum halda tað vera í fínasta lagi, at Argjabørn ganga í skúla uttanfyri Argir, og børn ið búgva tætt við Skúlan á Fløtum mugu í býin ella eysturbýin, tí at tey valdu at ganga i barnagarð tá tey eru 5-6 ára gomul.
Eg skilji ikki, at tað eru politikkarar sum halda tað vera í lagi, at børn í Tórshavnar kommunu skulu ganga í skúla í einum øðrum øki alt skúlalívið.
Eg skilji ikki at nakar politikkari heldur tað vera í lagi, at foreldur mugu taka ta vanvittigu avgerð at skriva barnið inn í forskúla, hóast tey ikki ynskja tað.
Innskrivingin til komandi skúlaár letur upp um ein mánað.
Vit mugu hava eina avgerð í málinum áðrenn innskrivingin endar. Orsøkin er sera einføld. Foreldur at børnum sum skulu í skúla í 2027/28, skulu longu nú taka avgerðina um antin forskúla ella barnagarð. Hendan avgerðin hongur treytaleyst saman við um tey fáa skúlapláss ella ikki árið eftir.
Tilboðini til tey 6 ára gomul í barnagørðunum í Vesturbýnum eru longu dottin niður fyri ella við øðrum orðum, sorlað. Og í ár hendi tað sama á Argjum. Fantastiskt tilboð sum bara duttu burtur av avgerðarloysi.
Tað er ikki tí, at áhugin ikki er fyri 6 ára tilboði. Foreldur eru noydd at velja tað frá, tí annars er møguliga einki skúlapláss til barnið saman við grannabørnunum og teimum tey fara at gera ítrótt osfr saman við.
Síðani stóra stríðið í vár havi eg møtt nógvum fólki, ið spyrja meg um hetta vælsignaða skúlamálið. Og eg skal her niðanfyri siga tað í stuttum.
1. Børn skulu hava møguleika at ganga í skúlanum í sínum nærumhvørvi
2. Foreldur skulu ikki noyðast at koyra barnið í forskúla fyri at fáa skúlapláss
3. Vit mugu gera alt fyri at verja barnagarðarnar, og tilboð teirra til tey 6 ára gomlu.
4. Landið eigur at fara líka við børnunum í Tórshavnar kommunu, sum alla aðrastaðni í Føroyum.
Og tískil er bara ein loysn.
Tórshavnar kommuna eigur at syrgja fyri hølum til skúlarnar har tørvur er á einum eyka skúlaspori, sum landið so játtar lærararlønir til.
Vit í Tórshavnar kommunu kunnu ikki góðtaka eitt svar sum, at eingin fígging er til fleiri skúlaspor, og tískil mugu børn á Argjum og í Vesturbýnum í annan skúla at ganga.
Tað góðtaki eg ikki.
Landsstýrismaðurin (skjótt landsstýriskvinnan) eigur sjálvandi at fara í Tingið eftir einari eykajáttan, um tað er tað sum skal til.
Einki barn á Tvøroyri, í Runavík ella á Eið,i hevði verið flutt til tættasta skúlan, tí skúlin er fullur. Gev mær eitt dømi har hetta hendir í Runavíkar kommunu? Man nakað barn hinumegin fjørðin ganga í skúla á Skála ella umvent ? Sjálvandi ikki.
Eg kann ikki ímyndi mær, at nakar sum stendur inn fyri einari milliónadýrari Barnaverkætlan heldur hetta vera í lagi. Hvussu ber tað til, at tað eru so nógv fólk, ið siga seg arbeiða fyri børnum og trivnaði, sum bara yppa øksl ?
Tað er best fyri barnið á Argjum at ganga í skúla her, um tað er tað man ynskir. Og tað er best fyri barnið í Vesturbýnum at ganga í skúlanúm á Fløtum.
Síðstu mánaðirnar hevur hetta málið koyrt aftur og fram í politiskari nevnd í býráðnum.
Tað tykist sum, at man rennur í ein múr fyri og annan eftir.
Tí er hetta loysnin
Tað einasta rætta er at bæði Skúlin á Fløtin og Skúlin á Argjahamri fáa eitt eyka skúlaspor í hvørtfall 2-3 ár. Vit hava tølini, og vita hvør tørvurin er. Eg havi skotið upp at vit kommunan syrgir fyri hølum beinanvegin. Vit hava loysnirnar, men vit eiga ikki avgerðina.
Tí er mín áheitan til landsstýrisfólkini
Lurtið, gjaldið – ella lat hetta málsøkið til kommunurnar. Um tit ikki vilja raðfesta og javnseta okkara børn, so lat okkum um tað. Vit kunnu taka tær skilagóðu avgerðirnar, ið eru best fyri barnið í Tórshavnar Kommunu.
Tað er í dag 1 ár síðani valdagin.
Boðskapurin hjá mær er tann sami í dag sum á plakatunum tá.
- Aftur til Kjarnuuppgávurnar
Heidi Lava Elgeirsdóttir,
býráðslimur í Tórshavnar kommunu.