Ongi úrslit

Til arbeiðis við næsakatetri

Upprunaliga var bara Hákon skrásettur at hitta tey

© VG
Jóhanna Højgaard
4 tímar síðan

Norska krúnprinsessan, Mette-Marit, sum hevur fingið stóran mótgang fyri hennara samband við Jeffrey Epstein, hevur fyri fyrstu ferð verið til arbeiðis við næsakatetri og súrevni. Hettar boðar NRK frá.

Saman við Hákon krúnprinsi, Ingrið Alexandru prinsessu, og Sverra Magnusi prinsi, heilsaði hon fyrr í dag uppá tey norsku ítróttarfólkini, sum luttóku í paralympisku leikunum í vetur.

Mynd: Lise Åserud / NTB

Hetta er samstundis fyrstu ferð í fýra ár, at teir fýra familjulimirnir hava verið til arbeiðis samstundis, skrivar NRK.

Krúnprinsessa Mette-Marit líður av álvarsligu sjúkuni lungnafibrosa. Upprunaliga var bert Hákon krúnprinsur skrásettur í skránni. Men hósdagin gjørdist greitt, at restin av krúnprinsafamiljuni eisini fór at luttaka.

Bæði børnini hjá krúnprinsaparinum búgva í løtuni uttanlands, men eru nú heima í Noregi í feriu.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongdi skeinkistað í Havn tí har var ov lítið skil í

5. apríl kl. 09:39

Tað er nakað heilt, heilt galið í føroysku skattaskipanini

7. apríl kl. 09:49

Smyril sleppur ongan veg - fult skip av ferðafólki og bilum

4. apríl kl. 08:41

Nú er semja um alt og sostatt hava vit fingið nýggja samgongu

8. apríl kl. 08:58

Fekk 12,7 milliónir dollarar í endurgjaldi

4. apríl kl. 16:18

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

Í gjár kl. 11:43