Ongi úrslit

Mette-Marit biður um umbering

Mette-Marit nevnd fleiri hundrað ferðir í skjølunum.

© Mega
Jóhanna Højgaard
31. januar kl. 14:24

Nú biður Mette-Marit, norska krúnprinsessan, um umbering fyri sín fyrrverandi kunnleika til Jeffrey Epstein.

Marit krúnprinsessa hevur áður viðurkent, at hon millum 2011 og 2013 møtti Epstein fleiri ferðir gjøgnum felags kenningar.

Nú er eisini alment, at hon, saman við einum vinkonu búði í fýra dagar heima hjá Epstein. Norsk TV 2 skrivar, at samskiftisstjórin í norska kongshúsinum, Guri Varpe hevur váttað, at gistingarnar fóru fram.

Nýggju upplýsingarnar um dømda kynsbrotsmannin og sambandið millum krúnprinsessuna og hann, koma eftir at amerikanska rættarmálaráðið fríggjadagin almannakunngjørdi nýggj skjøl um Jeffrey Epstein.

Sambært fleiri norskum miðlum, Dagbladet, NRK, TV 2, og VG, sigast Mette-Marit og Epstein at hava sent teldupostar, og hitt hvønn annan fleiri ferðir.

Krúnprinsessan sigur at hon sjálv má taka ábyrgdina av ikki at kanna bakgrundina hjá Epstein betri, og at hon ikki nóg skjótt skilti, hvat fyri slag av persóni hann var.

- Tað harmist eg djúpt um, og tað er ein ábyrgd, sum eg skal taka. Eg vísti vánaliga dømikraft og angri, at eg yvirhøvur hevði samband við Epstein. Tað er øgiliga pínligt, sigur hon sambært Ritzau.

Sambært norskum miðlum er Mette-Marit nevnd fleiri hundrað ferðir í skjølunum.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07