Ongi úrslit

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

Áki Bertholdsen
14. sepember kl. 09:18

Dagurin í gjár verður ein dýr søga fyri ein bilførara í Klaksvík. Um døgurða tíð í gjár steðgaði løgreglan einum bili í Klaksvík og tá ið bilførarin varð kannaður, vísti tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.

Blóðroynd varð tikin av honum og hann varð skuldsettur.

Men longu seinnapartin varð hann tikin eina ferð afturat. Tá ringdu fólk at boða frá einum ferðsluóhappi, har ein bilur hevði rent á ein parkeraðan bil - og tey sum ringdu, høvdu illgruna um, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka.

Tá ið løgreglan kom á staðið, vísti tað seg, at talan var um sama bilførara, sum varð tikin á miðdegi.

Men hann hevði ikki lært nógv fyrru ferð hann varð tikin, tí seinnu ferð, hann varð tikin, var promillan enn hægri enn hon var fyrru ferð.

Løgreglan sigur, at nú verða bæði málini løgd saman, og so verður revsingin ásett.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

10 tímar síðan