Ongi úrslit

Tikin fyri at hava eina størri nøgd av rúsevnum

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tíðliga í gjáramorgunin steðgðaði løgreglan einum bili í Havn - og tað vant upp á seg.

Í fyrsta lagi er bilførarin skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av bæði rúsdrekka og rúsevnum. Men tá ið bilurin so varð kannaður, fann løgreglan eisini yvur 50 gramm av hassji, og tí varð maðurin handtikin.

Í gjár gjørdi løgregla eisini av at rannsaka íbúðina hjá manninum og har funnu tey yvir 30 gramm av hørðum rúsevnum. tey skulu nú kannast fyri at vita akkurát, hvørji evni, talan er um.

Løgreglan sigur, at hetta eru so mikið stórar nøgdir, at tað verður mett at verða meiri enn til egna nýtslu, men at endamálið var at selja tað.

Tí varð maðurin, sum eri tríatiárunum - og sum løgreglan kennur væl - førdur fyri rættin í gjárkvøldið og harð varð hann varðhaldsfongslaður í eina viku.

Hesa vikuna hevur løgreglan so til at kann málið liðugt so at maðurin kann koma fyri rættin aftur og fáa tann endaliga dómin.

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

19 tímar síðan

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Turrur fiskur gevur styrki og orku

Í gjár kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

Í gjár kl. 09:41