Ongi úrslit

Tey heimleysu

Ingvør Skaalum, valevni fyri Sambandsflokkin
1 tími síðan

Til hetta løgtingsvalið, hevur stórur dentur verið lagdur á bústaðarneyðina kring landið og tað skortar ikki við uppskotum, hvussu hettar skal loysast. Alt gott um tað, her má veruliga henda nakað, tí hetta krevur politiska raðfesting og langtíðarætlanir.

Vit hava eisini ein bólk av heimleysum menniskjum í hesum landinum. Hjá teimum er støðan enn álvarsligari og átrokandi. 

Ikki at hava fastan bústað merkir ikki bara, at mangla tak yvir høvdið. 

Hetta merkir eisini at standa uttanfyri tær skipanir, sum gera gerandisdagin møguligan.

Hesi menniskju hava ofta avbjóðingar við t.d. sálarheilsuni ella eru úti í rúsdrekka- og ella rúsevnismisnýtslu. Samstundis, sum tey eru fyri sosialari útihýsing, vánaligari heilsu og hava torført at finna arbeiði.

Bústaður er ein grundleggjandi menniskjarættur –  eisini hjá teimum heimleysu.

Tí vil Sambandsflokkurin, at Bústaðir skal raðfesta almenttgagnligar byggingar – eisini til tey heimleysu. 


VEL SAMBANDSFLOKKIN

X við Ingvør Skaalum 24. og 26. mars


Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

Í gjár kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34