Ongi úrslit

Tey hava eitt serligt ynski á 50 ára føðingardegnum

Ráðið fyri Ferðslutrygd 50 ár!

Ráðið Fyri Ferðslutrygd
19. januar kl. 08:51

Tann 19. januar 2026 er ein stórur dagur. Tað eru nevniliga júst 50 ár síðani Ráðið fyri Ferðslutrygd varð sett á stovn.

Hesi 50 árini er nógv hent á ferðslutrygdarøkinum. Nógvir batar í ferðslulógini. Tryggari vegir og bilar. Betri hugburður til ferðslutrygd og nógv færri skaðar í ferðsluni.

Føðingardagsbarnið heldur sær væl. Navnið er óbroytt og boðskapurin er hin sami. Við 0-hugsjónini sum stavnhaldi og boðskapinum um, at ongin skal doyggja ella fáa varandi mein í ferðsluni, eru vit komin sera langt hesa hálvu øldina. Men framvegis er nógv at arbeiða fyri.

Onkur ár er ongin deyður í føroysku ferðsluni – men enn henda syrgiligar vanlukkur.

Tað eru nógv færri skaðar í ferðsluni – men enn henda álvarsligir skaðar og fólk fáa varandi mein.

Í 2025 vóru 27 ferðsluvanlukkur við fólkaskaða á føroysku vegunum. Tvær teirra kravdu mannalív. Tað er ov nógv.

Ymiskt er, hvussu arbeiðið og boðskapirnir hava verið miðlaðir hesi 50 árini. Hvør tíð hevur havt sín hátt at samskifta. Men RFF hevur altíð verið sjónligt og ein aktivur leikari í samfelagnum. Øll hava vit helst okkurt ávíst, sum vit seta í samband við Ráðið fyri Ferðslutrygd. Til dømis lyktakanningar, súkkluhjálmar, endurskin, Hvølvus, Ferðsluring barnanna, Selasáru ella kanska tónleikaútgávurnar. Hvør hevur ikki sungið við, tá ”Stýr tær” var í útvarpinum?

Okkara føðingardagsynski í 2026 er, at Skaðanevndin, sum skal kanna álvarsligar ferðsluvanlukkur, kemur at virka. Og síðani at Ferðslutrygdarætlanin fyri Føroyar verður dagførd. Betri ferðslutrygd kemur ikki av sær sjálvum og tað er ongin, sum einsamallur røkkur málinum við 0-hugsjónini. Vit røkka málinum við miðvísum og samskipaðum átøkum. Og har eiga vit øll okkara lut - Ráðið fyri Ferðslutrygd er fyri okkum øll.

Takk fyri hesi 50 árini. Vit gleða okkum til næstu 50.

Føðingardagurin verður hildin seinni.

 RFF

Lovisa Petersen Glerfoss

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Kilovís av kokaini umborð á Norrønu

Í gjár kl. 20:55

Feilur í fínteljing: Jóhan Christiansen komin aftur í tingið

Í gjár kl. 10:42

At vera prestur og samkyndur í Føroyum

19 tímar síðan

Tá ið antizionisma gjørdist partur av valstríðnum í Føroyum 2026

31. mars kl. 20:08

Eg leggi ikki í hvat fólk siga

28. mars kl. 19:26

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

27. mars kl. 11:24