Ongi úrslit

Tey flestu dreingjabørnini í Føroyum fáa nú bíbilsk nøvn

Áki Bertholdsen
1. sepember kl. 10:05

Í fjør vóru bíbilsk nøvn tey best umtóktu at geva dreingjabørnum. Sostatt var Nóa best umtókta navn á dreingjum, sum vórðu føddir í fjør.

Hetta er fyrstu ferð, at Nóa er best umtókta dreingjanavn til nýføðingar, sigur Hagstovan.

Átta dreingir fingu navnið Nóa. Næstbest umtókt var navnið Jákup, sum eisini er eitt væl umtókt navn út bíbliuni. Seks dreingir, sum vórðu føddir í fjør  vórðu nevndir jákup.

Onnur vælumtókt nøvn hjá dreingjum vóru Matteo og Brandur, sum fimm dreingir vóru nevndir, og Eiri og Elias, sum fýra dreingir vóru nevndir. 

Sjey dreingir, sum vórðu føddir í fjør, hava ikki fingið navn enn. 

Nóa er blivið eitt navn, vit vanliga síggja ovarlaga á listanum yvir vælumtókt nøvn á dreingjum.

Hetta er tó fyrstu ferð at Nóa hevur verið best umtókta dreingjanavn. Nóa er eitt lutfalsliga nýtt navn í Føroyum. Fyrstu ferð tað kom á listan yvir nøvn á nýføðingum var í 2002. Síðani 2002 hava 74 fingið navnið Nóa, og við ársenda í fjør vóru 76 menn við navninum Nóa búsitandi í Føroyum. 

Beint í hølunum á Nóa var navnið Jákup, sum í mong ár hevur verið væl umtókt navn til nýføðingar.

Jákup er eisini eitt væl kent navn úr halgubók, men tað hevur í øldir verið eitt av best umtóktu nøvnini til nýføðingar, Og síðani 1985 hevur Jákup verður millum fimm tey best umtóktu nøvnini heilar 18 ferðir.

Tilsamans 190 dreingir hava fingið navnið Jákup síðan 1985. Harumframt hevur Jákup verið vanligasta navn á monnum í Føroyum síðan 2002 og næst vanligasta síðan 1985.

Tvey av nýggjaru nøvnunum í Føroyum vóru eisini millum best umtóktu dreingjanøvn í 2024.

Fimm dreingir fingu navnið Matteo. Matteo er eitt av heilt nýggju nøvnunum í Føroyum, tí áðrenn 2022 var eingin nevndur Matteo.

Fýra dreingir fingu navnið Eiri í fjør. Áðrenn 2008 var eingin í Føroyum nevndur Eiri, og við ársenda í fjør vóru 24 við navninum Eiri búsitandi í Føroyum.

Um eina løtu greiða vit frá, hvørji eru tey mest umtóktu gentunøvnini ...

Men niðan fyri er ein listi yvir tey mest vanligastu mannfólkanøvnini í Føroyum, og, hvussu nógv eita tað.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

Í gjár kl. 08:46