Ongi úrslit

Tey eldru í Tórshavnar kommunu skulu á val um tveir mánaðir

Áki Bertholdsen
18. sepember kl. 17:15

Nú er ætlanin at endurskoða eldraráðið í Tórshavnar kommunu.

Eldraráðið er fánað burtur hesi seinastu árini, og tá ið tað skuldi veljast í fjør, bar ikki til at manna ráðið, tí tað vóru bara trý, sum stillaðu upp.

Tí varð valið útsett og hesa tíðina hevur býráðið brúkt at endurskoðað endamálið við eldraráðnum.

Endamálið við eldraráðnum, at tað verður tikið við uppá ráð og kann

veita býráðnum ráð í eldrapolitiskum spurningum.

Nú skal eldraráðið eisini vera bindilið ímillum tey eldru og býráðið í sambandi við arbeiðið at leggja ein eldrapolitikk til rættis.

Somuleiðis kann Býráðið spyrja Eldraráðið um mál, sum viðkoma teimum eldru, men eldraráðið kann eisini, av sínum eintingum, siga býráðnum sína hugsan um evni av almennum áhuga fyri tey eldru.

Býráðið hevur nú samtykt at endurreisa eldraráðið, og eftir ætlan verður val til eldraráðið mitt í novembur - og nýstovnaða eldraráðið skal so taka við á nýggjárinum.

Øll, sum hava fylt 60, kunnu stilla upp og hava valrætt.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39