Vertstjóðin Georgia hevur heili fýra lið við í EM-stevnuni í Batumi. Talv hevur djúpar røtur í landinum. Har yðjur í telvarum. Hóast íbúgvaratalið einans liggur um slakar fýra milliónir, so duga flest øll í landinum at telva.
Nógvir góðir telvarar eru haðani. Í nógv ár dugdu eingi konufólk so væl at telva sum tær bestu í Georgia. Nona Gaprindashvili var best í heiminum í drúgt áramál, hon sigst vera fyrimynd til kvinnutalvúrmælingin í filminum "Queens gambit", sum nógv hava sæð á Netflix.
Og henni á baki kom Maja Chiburdanidze. Í 2018 hýsti Georgia talvolympiaduni, og í ár skipa teir fyri EM-stevnuni. Georgia, sum í síni tíð var partur av sovjetiska talvskúlanum, er rættilig talvtjóð.
Georgia hevur sum nevnt fýra lið í almennu røðini í EM. A-liðið tapti í dag 3-1 fyri Onglandi, B-liðið spældi 2-2 móti Danmark, C-liðið vann 2½-1½ á Føroyum, og D-liðið spældi 2-2 móti Kosovo.
Glæman á føroyska liðnum í dag var Luitjen Akselsson Apol. Hann telvaði væl og vann sannførandi annan dagin á rað við hvíta fólkinum. Rógvi telvaði remis.
Høgni noyddist tíverri at dvína á 1.borði, og Martin tapti annan dagin á rað. Martin hevði annars fína støðu, og átti uttan iva at vunnið, men var ikki mentur at loysa gátuna.
Hjá siglandi manni sum Martini trýtur kanska neyðuga dystarvenjingin til so krevjandi kapping sum hesa.
Georgia (3) - Føroyar 2½ - 1½
Luka Kiladze 2370 - IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 1 - 0
Daviti Nemadze 2348 - Luitjen A. Apol 2318 0 - 1
Akaki Qalichava 2333 - Rógvi Egilstoft 2304 ½ - ½
Nikolozi Shamatava 2296 - Martin Poulsen 2276 1 - 0
Ísland sunnudagin
Í morgin leygardagin er frídagur í EM-kappingini. Trý umfør eru eftir. Telvað verður sunnudagin, mánadagin og týsdagin.
Av tí at Írland og Skotland telvaðu 2-2 í dag, fór Írland framum okkum. Vit hava tí bara Skotland aftanfyri okkum. Skulu vit fáa nakað annað lið afturum okkum, mugu vit fáa okkurt dystarstig aftrat - t.v.s. antin spæla javnt ella vinna onkran av teimum trimum dystunum, sum eftir eru. Við øðrum orðum mugu vit fáa í minsta lagi tvey stig í einum av írestandi dystunum.
Sunnudagin er tað Ísland. Tað verður ikki lætt, men uppgávan er tó ikki heilt ómøgulig. Í OL í Tromsø í 2014 fingu vit 2-2 móti Íslandi. Olaf Berg vann tá í fløktum talvi á triðja borði, tí endaði dysturin javnur.
Annars hava vit altíð tapt fyri íslendingum í EM ella OL. Vit kunnu harmast um, at okkara stórmeistari ikki er við, tí Helgi Dam Ziska hevur hægri styrkital enn allir telvarar í Íslandi.
Ukraina er enn á sigurskós í EM. Í dag vunnu teir tepran sigur á Fraklandi. Í øðrum toppdysti vann Holland á Serbia. Fremstu fimm liðini í løtuni eru Ukraina, Holland, Aserbadsjan, Rumenia og Ongland.