Ongi úrslit

Telefonin hjá løgregluni hevur næstan ikki ringt.

Áki Bertholdsen
4. november kl. 07:40

Hetta seinastu samdøgurið hevur verið stak friðarligt. Løgreglan sigur, at telefonin hevur at kalla ikki ringt.

Men í gjár ringdu tey kortini úr einum handli í Havn, tí har var ein persónur komin inn, sum tey kendu - og sum tey høvdu so ringar royndir av, at tey vildu ikki hava viðkomandi inn.

Tá ið løgreglan kom eftir honum, varð hann so ólátaður, at hann skaffaði sær eina bót upp á 1.500 krónur, áðrenn hann fór úr handlinum.

Í Klaksvík var eitt pikkalítið ferðsluóhapp, har ein bilur, sum var á veg av einum parkeringsplássi, bar við ein annan bil, sum stóð parkeraður, men tað var lítil skaði.    

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

13 tímar síðan

Soleiðis kann Suðuroyartunnilin fíggjast - uttan at ávirka búskapin nakað serligt

15. desember kl. 09:13

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

12. desember kl. 09:55

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

7 tímar síðan

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48