Ongi úrslit

Teir fyrstu 11 móti Kekkia

Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava sett navn á teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum í HM undankappingardystinum ímóti Kekkia á Malsovicka Arena í Hradec Kralove

FSF/Hans Erik Danielsen
22. mars kl. 18:40

Niðurteljingin hjá føroyska manslandsliðnum til HM undankappingardystin móti Kekkia er av álvara byrjað. Um smáar tveir tímar, klokkan 19:45, bríkslar slovenski dómarin dystin í gongd, sum verður á Malsovicka Arena í Hradec Kralove, sum liggur í landnyrðingspartinum av Kekkia.

Hópurin kom til Kekkia seinnapartin hósdagin, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið sera væl. Allir 23 í føroyska hópinum eru væl fyri nú A-landsliðið við monnum fyri áttandu ferð skal royna seg í altjóða dysti móti kekkum.

Stóra og spennandi kabálin, hvussu liðið skal setast, er eisini gingin upp, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein sett á navn teir fyrstu ellivu, ið byrja á vøllinum.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og verjuna manna Jann Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Á føroyska miðvøllinnum vera Hallur Hansson, ið eisini er liðskipari, Brandur Olsen, Árni Frederiksberg og Hanus Sørensen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Á beinkinum sita Mattias Lamhauge, Ari Petersen, Jóannes Kalsø Danielsen, Samuel Chukwudi, Páll Klettskarð, Meinhard Egilsson Olsen, Arnbjørn Svensson, René Shaki Joensen, Adrian Justinussen, Geza Turi, Poul Kallsberg og Noah Mneney.

HM undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður settur í gongd klokkan 19:45. Dysturin kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya, FM 1 fer eisini at hava beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, og á portal.fo verður møguligt at fylgja dystargongdini.

Koyrið á, Føroyar!

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45