Ongi úrslit

Team Rynkeby súkklar frá Wenzel til Tjarnir 20. september

Øll eru hjartaliga vælkomin at súkkla við. Børn, ung, vaksin og eldri. Vit súkkla ein róligan túr, so øll kunnu vera við

Wenzel - tíðindaskriv
8. sepember kl. 19:57

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá Wenzel, fer Team Rynkeby at súkkla frá Wenzel til Tjarnir. Øll eru hjartaliga vælkomin við. Møtt verður í Wenzel kl. 11.00, síðani byrjar súkklutúrurin kl. 11.30.

 

Súkklingin hjá Team Rynkeby hevur eitt gott endamál - at savna pening inn til børn við lívshættisligum sjúkum og familjur teirra. Tað er grunnur hjá Krabbameinsfelagnum, sum umsitur peningin. Harafturat súkklar Team Rynkeby fyri heilsuna og at koma í form.

 

Team Rynkeby hevur ein sterkan felagsskap, sum øll kunnu hava gott av.

20. september ber til at súkkla í hesum felagsskapi, fáa fríska luft og røra seg. Grundstólparnir hjá Team Rynkeby eru venjing, stuttleiki og umsorgan.

 

-        Øll eru hjartaliga vælkomin at súkkla við. Børn, ung, vaksin og eldri. Vit súkkla ein róligan túr, so øll kunnu vera við. So tak súkkluna, mammuna, pápan, ommuna, abban, systkin ella vinir við tær og kom og súkkla, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Wenzel.

 

Wenzel bjóðar øllum súkklarum okkurt gott. Tá súkklararnir eru komnir niðan til Tjarnir, er opið hús fram til kl. 14.00 við m.a. ókeypis barnalandi, hoppiborgum, undirhaldi og góðum tilboðum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

21. november kl. 07:47

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

Í gjár kl. 11:00

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

21. november kl. 08:30

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42