TB skrivar í kvøld, at felagið skal hava nýggjan venjara, tí Sonni Óli Djurhuus er givin í felagnum.
TB skrivar soleiðis:
Sonni er í øðrum fulltíðarstarvið og hann metir at starvið sum høvuðsvenjari í Betri Deidini hjá monnum er eitt fulltíðarstarv. Tí metir hann at tann tíðin hann hevur havt saman við leikarunum hevur ikki verið nøktandi til tað, sum krevst av einum høvuðsvenjara. Hann metir tí at tað er best at hann trekkir seg, so at annar venjari kann koma til, ið hevur meira tíð saman við leikarunum.
Felagið hevur tikið tað til eftirtektar og vilja okur takka Sonna fyri at hann trakkaði til tá okur heittu á hann, og fyri tað arbeiði, sum hann hevur gjørt fyri felagið.
Arbeiðið at finna nýggjan høvuðsvenjara til felagið er byrjað, skrivar TB í kvøld..