Undan dagsins dysti vóru bæði Fleyr og TB ósigrað, men Fleyr var tó eitt stig frammanfyri á stigatalvuni, tí TB hevði einans fingið tvey stig í 3-2 sigrinum á KÍF, men við sigri á Fleyr í dag hevði TB møguleikan at leggja seg á odda í Hotel Djurhuus-deildini. So skuldi tó ikki verða, tí Fleyr vann tryggan 3-0 sigur, og bert eitt stutt skifti í øðrum setti megnaði TB at bjóða av.
Fleyr sprakk avstað í fyrsta setti og legði seg á odda 6-1 og 11-4, og tann munurin bara vaks, til Fleyr hevði vunnið 25-14.
Fleyr var eisini frammanfyri tað mesta av øðrum setti, men við fýra stigum á rað fór TB kortini framum 10-9. Fleyr vann sær tó leiðsluna aftur alt fyri eitt, og vann settið 25-20.
Eftir at TB hevði lagt seg á odda 2-0, vann Fleyr seks stig á rað og fór framum 10-4, og tann munurin helt sær restina av settinum, sum Fleyr vann 25-18.
TB megnaði einki ímóti Fleyr TB megnaði einki ímóti Fleyr
Hotel Djurhuus-deildin kvinnur: Fleyr – TB 3-0 (25-14, 25-20, 25-18)
Flogbóltssamband Føroya
11. oktober kl. 19:25
Mest lisið hesa vikuna
Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp
16. november kl. 09:17
Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum
14. november kl. 07:59
Maður deyður í haganum oman fyri Signabø
15. november kl. 09:07
Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp
18 tímar síðan
Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk
12 tímar síðan
Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur
14. november kl. 14:03