Ongi úrslit

Tað vóru næstan bara teir í býnum - men teir stoyttu saman

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 11:37

Tað var at kalla seindeytt í býnum seinnapartin í gjár tá ið Føroyar pældu landsdyst í hondbólti ímóti Montenegro.

Tað vóru heldur eingir bilar at síggja. Tað var næstan so, at tað vóru tveir bilar at síggja í Havnargøtumn um tað tíðina hondbólturin var - men tað hendoi so tað, at stoyttu saman.

Løgreglan sigur, at tað hendi nevniliga eitt ferðsluóhapp í Havn, har tveir bilar stoyttu saman. Tað hendi á krossinum ímillum Gundadalsveg og R.C.Effersøesgøtu, beint við Gundadalshøllina.

Og tað var mitt undir hondbóltsdystinum. Har fór ein bilur av Gundadalsvegnum og rendi á ein bil, sum kom niðan eftir R.C. Effersøesgøtu. Bilurin, sum kom av Gundadalsvegnum, hevur treytaleysa víkiskyldu, so bilførarin verður skuldsettur fyri ikki at halda hana.

Vanliga kostar tað eitt klipp í koyrikortið, umframt at hann fær bót. Men tá ið tað elvir til ferðsluóhapp, at víkiskyldan ikki verður hildin, er ikki ókent, at tað verður lagt upp til, at bilførarin, sum ikki heldur víkiskylduna, skal missa koyrikortið.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Nógvir føroyingar í kirkju í Oslo í morgun

Í gjár kl. 15:46

Turrur fiskur gevur styrki og orku

17. januar kl. 16:19

Myndir: Lív í umborð

15. januar kl. 19:20

Pápi og tvey børn sluppu óskadd frá ferðsluóhappi

18. januar kl. 09:41

Nú geva tunlarnir ikki longur hall

Í gjár kl. 09:34

Myndir- Vunnu við 13 málum!

Í gjár kl. 18:49