Um eina viku, leygardagin 26. apríl, vera steypafinalurnar í flogbóltinum. Tær vera spældar í ítróttarhøllini inni í Dal á Sandi, og nú hálvfinalurnar í høllini á Giljanesi eru av, er tað greitt, at tað vera Fleyr og Mjølnir, sum fara at spæla finalurnar – bæði hjá kvinnum og monnum.
Síðsta liðið, at tryggja sær pláss í finaluni, var mansliðið hjá Mjølni, sum vann 3-1 ímóti ÍF.
Fyri tað mesta var Mjølnir greitt omaná, men stundum hótti ÍF, tó at tað í síðsta enda ikki var ivi um hvat betra liðið var.
Mjølnir hevði tamarhald á fyrsta setti frá byrjan, og so líðandi vaks munurin – onkuntíð upp í sjey – áðrenn Mjølnir vann 25-20.
ÍF svaraði tó aftur í øðrum setti og legði seg á odda 12-6 og 16-7 og vann settið 25-17.
Eina løtu sá út til at ÍF fór at standa Mjølni kurl, tí ÍF legði seg á odda 6-3 í triðja setti, men Mjølnir fótaði sær skjótt og fór framum 20-9 og vann settið 25-14.
ÍF var væl við aftur í fjórða setti og legði seg eisini á odda 15-14, men so kom stígur í, og Mjølnir fór framum 18-15 og 24-17 og hevði sjey dystarbóltar. ÍF yvirlivdi teir fimm, áðrenn Filip Ilic langaði tann sætta í gólvið hjá ÍF, og so var Mjølnir í síni sjeyndu steypafinalu á rað.
Í fjør taptu teir í Mjølni tó fyri SÍ, men í ár fara teir at verða roknaðir sum favorittar ímóti Fleyr, sum eitt sindur óvæntað við 3-0 sigri sendi SÍ úr kappingini fyrr í dag.