Ongi úrslit

Tað verður lættari hjá familjum við pinkubørnum - men tey vita ikki hvussu

Áki Bertholdsen
8 tímar síðan

Nú skal tað verða lættari hjá foreldrum við pinkubørnum, at leggja ta fyrstu tíðina við børnunum, til rættis.

Í tí sambandi sambandi kannar Landsstýrið nú, hvussu barsilsskipanin kann verða smidligari hjá familjunum.

Og nú hevur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýriskvinnuna, hvussu tað gongur við tí.

Margit Stórá, landsstýriskvinna á økinum, sum eisini er úr Javnaðarflokkinum, sigur, at arbeitt verður við málinum, og eftir ætlan verður lógaruppskot um hetta lagt fyri Løgtingið í februar.

– Ætlanin er at finna eina hóskandi loysn saman við pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, sigur Margit Stórá.

Nen hon sigur, at enn er avgerð ikki tikin um, akkurát hvussu Barsilsskipanin skal umskipast fyri at gera hana smidligari.

Kortini sigur hon, at ymsar loysnir hava verið umrøddar.

Ein møguleiki er at skipa barsilsfarloyvið soleiðis, at foreldur kunnu fáa gjald úr barsilsskipanini longri enn nú, soleiðis at barsilsfarloyvið kann vera 58 vikur við 90 prosent útgjaldi, ella 65 vikur við 80 prosent útgjaldi - ella 74 vikur við 70  prosent útgjaldi.

Ein annar máti er at útgjaldið kann verða ymiskt, soleiðis at 39 vikur eru við fullum útgjaldi, og 26 vikur eru við hálvum útgjaldi - fyri at nevna eitt dømi.

Men tað er eisini umrøtt at leggja soleiðis tilrættis, at foreldur kunnu goyma nakrar vikur til seinni - mark verður kortini sett fyri, hvussu leingi tað kann goymast.

Og somuleiðis hevur verið umrøtt, at bæði foreldini skulu kunnu taka allar vikurnar samstundis.

Landsstýriskvinnan sigur, at ein annar møguleiki, sum eisini er umrøddur, er, at annað av foreldrunum skal sleppa at taka alt barsilsfarloyvi, soleiðis at ongar vikur við útgjaldið, verða markaðar til hitt foreldrið.

Og somuleiðis hevur tað verið umrøtt at gera barsilsfarloyvi við útgjaldið til eina klippikortskipan, sum kann nýtast eftir tørvi áðrenn eitt ávíst áramál.

Margit Stórá sigur, at alt hetta skal kortini bara takast sum nøkur huhskot um, hvat kann gerast, tí enn er eingin avgerð tikin.

– Vit skulu finna eina loysn má finnast, sum hóskar bæði til løntakarar og arbeiðsgevarar, sigur hon.

– Serliga skal havast í huga, at arbeiðsgevararnir skulu hava møguleika at leggja arbeiðið til rættis, hóast rætturin til barsilsfarloyvið verður strektur yvir eitt longri tíðarskeið enn nú, sigur Margit Stórá.

– Tí kann tað hugsast, at rætturin til at vera longri í barsilsfarloyvi enn nú, verður treytaður av, at avtala fæst um tað ímillum løntakaran og arbeiðsgevaran í hvørjum einstakøkum føri, sigur hon.

– Alt hetta eru viðurskiftir, sum skulu umrøðast við partarnar á arbeiðsmarknaðinum fyri at finna eina haldgóða skipan sum er til so stórt gagns fyri ta einstøku familjuna sum tilber, sigur Margit Stórá.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

14 tímar síðan

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Ikki føroyskar gentur

Í gjár kl. 23:00

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20