Eg meti ikki, at ein viðgerðartrygd fyri fólk, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, er ein gongd leið í Føroyum.
Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, hevur biðið hana greiða frá, hvørjir møguleikar eru fyri at bøta um avvenjingar-tilboðini til tey, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum. Hon spyr eisini um møguleiki er fyri at geva teimum eina lógarfesta viðgerðartrygd.
Viðgerðartrygd merkir, at tíðarfreist verður sett fyri, hvussu skjótt fólk sleppa í viðgerð.
Kann viðgerðarstaðið ikki halda freistina, hevur viðkomandi krav upp á at sleppa aðrastaðni í viðgerð - og tað er ofta á einum privatum viðgerðarstovni.
Í dag eru tað stovnarnir Frælsi, Heilbrigdi og Blákrossheimið, sum viðgerða fólk, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum.
– Spurningurin er, hvussu ein viðgerðartrygd kann virka í sambandi við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð, heldur Margit Stórá.
Hvar skulu fólk fara, klára hesir viðgerðarstovnar ikki halda freistina, spyr hon.
– Skulu fólk so hava hava rætt til at fáa viðgerð uttanlands, sum tað almenna skal gjalda?
Ella skal tað almenna gjalda fyri møguligar fyri ymsar privatar stovnar og sum koma at kappast um tey starvsfólk, sum fáast viðgerð, spyr hon eisini.
Hon heldur, at í staðin eiga vit at skipa viðgerðartilboðini øðrvísi, og í samgonguskjalinum stendur, at fólk, sum eru bundin av rúsdrekka og rúsevnum, skulu hava viðkomandi tvørfakliga viðgerð og hjálp sum skjótast.
Í hesum sambandi hevur Margit Stórá biðið um eina lýsing av verandi viðgerðartilboðnum fyri at vita um tørvur er á fleiri ambulantum tilboðum. Hetta er ein frágreiðing, sum eisini skal lýsa um verandi viðgerðarstovnar veita neyðugu viðgerðina, sigur Margit Stórá.
Hon leggur afturat, at hendan útgreiningin er um at vera liðug og fer at verða viðgjørd í næstum.
Hon sigur, at tað er eisini ein trupulleiki, at fólk, sum hava fleiri diagnosur, detta niður ímillum skipanirnar.
Tí verður arbeitt við at seta enn ein tvørfakligan bólk, sum skal lýsa, hvussu eitt rúsviðgerðartilboð til fólk við fleiri diagnosum, skal skipast og hvat tað krevur av starvsfólka-førleikum, og hvat tað kostar.
Tað skal eisini kannast um eitt av verandi viðgerðarstøðum kann umskipast til endamálið, ella um tað skal skipast øðrvísi.