Ongi úrslit

Tað stóð illa til men so svaraðu Føroyar aftur í Portugal

Eftir fyrra hálvleik var munurin sjey mál, meðan føroyska liðið vann seinna hálvleik við fimm málum

Jóannes Hansen
11 tímar síðan

Tá ið síðsta bríksl ljóðaði í Portugal í kvøld, vísti máltalvan 25-23. Tær á heimaliðnum vóru fegnar um sigurin, og føroysku kvinnurnar harmaðust um tapið. Men kortini var fagnaðurin hjá teimum á heimaliðnum ikki treytaleysur, og kortini var vónbrotið hjá teimum á føroyska liðnum ikki so stórt, sum tað kundi havt verið.

At Portugal vann við tveimum málum ber við sær, at Føroyar framvegis eru á øðrum plássi í bólkinum, meðan Portugal er á triðja plássi. Tað kemst av, at Føroyar á heimavølli vunnu 25-21 ímóti Portugal, og harvið eru Føroyar betri í innanhýsis dystunum við Portugal. Tað kann fara at vísa seg at vera avgerandi í kappingini um næstfremsta plássið og harvið trygt atgongumerki at vera við í endaspælinum í desember.

Tað kann fara at vísa seg, at bæði nummar tvey og trý fara at vera við í endaspælinum.

Men sum gongdin var í fyrra hálvleiki, so var tað einki – als einki – sum bendi á, at Føroyar fóru at vera omaná í innanhýsis uppgerðunum við Portugal. Í fyrra hálvleiki var tað øgiliga stórur fjáltur á føroyska liðnum. Talan var um nógv persónlig mistøk, verjuspælið var ov lítið avgjørt, og álopsspælið var stirvið, og tað eydnaðist ikki at skora mál, tá ið spælararnir vóru leysir á strikuni. Ikki minst á veingjunum gekk tað illa. Tí var hálvleiksstøðan 15-8 til heimaliðið.

Fyrstu løtuna eftir steðgin kendist tað ikki sum um, at føroyska liðið fór at fáa fatur í rætta endanum, men so vendi tað, og føroyska liðið reisti seg sum fuglurin Fønix. Annika Fríðheim Petersen bjargaði fleiri ferðir, og í álopsspælinum fór tað at eydnast, sum undan steðginum var kiksað.

Aftur í kvøld hevði mótstøðuliðið serliga vakið eyga við Janu Mittún, og so vóru tað aðrar, sum vístu ábyrgd. Pernille Brandenborg og Brynhild Pálsdóttir vóru toppskjúttar við fimm málum, Súna Krossteig Hansen skoraði trý mál, og so vóru tað sjey aðrir málskjúttar.

Bjargingarprosentið hjá Anniku Fríðheim Petersen var 40. Hon bjargaði 8/20, og Rakul Wardum bjargaði 3/16 ella 18,75 prosent.

Mest lisið hesa vikuna

Hava klistrað ein reyðan seðil á fýra bilar

2. mars kl. 08:56

Frá Ingilín Strøm til Ben Arabo. Javnaðarflokkurin skiftir kós

2. mars kl. 18:42

Var á tingi fyri Tjóðveldi - nú skiftir Beinta flokk

3. mars kl. 17:59

Ársins Brita 2026

10 tímar síðan

Flytur úr Miðflokkinum og í Fólkaflokkin

3. mars kl. 22:45

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45