Mentamálanevndin hevur í morgun einmælt samtykt, at frameftir verður tað ókeypis hjá øllum ítróttarfeløgunum í kommununi at leiga ítróttarhallirnar, treytað av at felagið er undir ÍSF.
-Tað er eingin orsøk at hallirnar standa tómar, og at uttandura ítróttargreinar skulu gjalda, tá tey brúka hallartímar.
Hettar stendur á Facebook-vanganum hjá nevndarforkvinnuni Heidi Lava Elgeirsdóttir.
Limirnir í Mentamálanevndini eru
Frá vinstru:
Annfinn Brekkstein, Heðin Mortensen, Heidi Lava Elgeirsdóttir, Bergur Robert Dam Jensen og Høgni Vilhelmsen