Ongi úrslit

Tað skal vera mvg frítt at eta á matstovum í Føroyum

Í næstan øllum londum rundan um okkum, er lægri mvg á matstovum

Áki Bertholdsen
4. februar kl. 15:52

Tað skal verða mvg frítt at eta á føroyskum matstovum. Tað heldur Ferðavinnufelagið, nú tey hava gjørt viðmerkingar til ætlanina hjá landsstýrinum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk.

Ein partur av tí er at avtaka mvg á landbúnaðarvørum fyri at gera føroyskar landbúnaðarvørur kappingarførar við útlendskar landbúnaðarvørur.

Tað tekur Ferðavinnufelagið undir við - men tey staðfesta, at tað eru eisini aðrar vinnur, sum stríðast við kappingarførið, samstundis sum at alsamt fleiri gjøld eru hækkað og løgd á vinnuna.

Tey siga, at eitt dømi er mvg, sum er lagt á vinnuligan fólkaflutning við bussi. Tey siga, at hetta hevur havt avleiðingar, tí prísurin hækkaði og av tí sama minkaði eftirspurningurin eftir túrum til Føroyar.

Ferðavinnufelagið vísir eisini á, at verða landbúnaðarvørur mvg-fríar, eigur Landsstýrið eisini at gera matstovuvinnuna mvg fría.

– Fær matstovuvinnan røttu karmarnar at virka undir, kann hon skapa stórt virði fyri allar føroyingar, sigur Ferðvinnufelagið.

– Matstovuvinnan kann skapa vøkstur og trivnað í pørtum av landinum, har virksemið annars er minkandi, leggja tey afturat.

Tey vísa eisini á, at matstovuvinnan er arbeiðsskapandi, hon førir til búskaparvøkstur og hon skapar spennandi nýggjar tænastur, sum føroyingar eisini kunnu njóta gott av, við einari ríkari matstovumentan.

Ferðavinnufelagið vísir samstundis á, at í næstan øllum londum rundan um okkum, er lægri mvg á kaffistovum og matstovum, og tað kann tala fyri, at eisini matstovur í Føroyum verða mvg fríar, ella at mvg verður lækkað.

Mest lisið hesa vikuna

Tað sker í eyguni á tveimum løgtingslimum

Í gjár kl. 16:40

Kolldømdu øll framstig tí tey vildu ikki hava sammøður upp í

15 tímar síðan

Marianna, Jasmin og Dania eru skuffaðar og skelkaðar.

8. mars kl. 20:55

Høgni Hoydal er slett ikki so tvørur sum hann hevði stúrt fyri

13 tímar síðan

Gamal kenningur aftur á Løgting í nakrar dagar

17 tímar síðan

Mæla frá at lokka oljufeløg til Føroya at leita eftir olju

9 tímar síðan