Ongi úrslit

Tað koyra alt fleiri bilar í undirsjóvartunlunum

Í november í ár var ferðslan størri, enn hon var sama mánað í fjør

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

Tað var minni ferðsla í undirsjóvartunlunum í november, enn tað var í oktober. Soleiðis hevur tað verið undanfarnu árini, og soleiðis var tað í øllum undirsjóvartunlunum í november í ár.

Tá ið ferðslan í november í 2025 verður sammett við sama mánað undanfarin ár, so var ferðslan størri í november í ár, enn hon hevur verið undanfarnu árini. Undantakið var Vágatunnilin, har ferðslan í november 2023 í miðal var tríggjar bilar hægri enn í november 2025.

Síðani 2021 hevur ferðslan í Vágatunlinum í november verið henda:

2021     2319

2022     2503

2023     2589

2024     2435

2025     2586

 

Í Norðoyatunlinum hevur ferðslan í november seinastu fimm árini verið henda:

2021     3844

2022     4020

2023     4136

2024     4010

2025     4235

 

Í Eysturoyartunlinum millum Strendur og Rókina hevur ferðslan í november verið henda seinastu fimm árini

2021     577

2022     808

2023     859

2024     888

2025     991

 

Í Eysturoyartunlinum millum Eysturoy og Streymoy var vøksturin rættiliga stórur í november 2025, tá ið sammett verður við november 2024.

2021     3776

2022     4637

2023     5093

2024     5122

2025     5670

 

Sandoyartunnilin læt upp í desember 2023. Í november í fjør koyrdu í miðal 891 bilar í miðal í tunlinum, og í november í ár vóru tað 995 bilar í miðal í Sandoyartunlinum um samdøgrið.

Kelda: tunnil.fo

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57