Tað kemur ikki óvart á formannin í Sambandsflokkinum at ein av tinglimum floksins, Jaspur Langgaard, boðar frá, at hann gevst í politikki.
Sum vit skrivaðu í gjár, gjørdi Jaspur Langgaard greitt, at hann stillar ikki upp aftur á næsta løgtingsvali.
Í roynd og veru merkir tað, at hann verður ikki at síggja aftur á tingi, tí hann er varamaður fyri Kaj Leo Holm Johannesen.
Kaj Leo Holm Johannesen hevur havt farloyvi úr Løgtinginum hetta seinasta árið fyri sjúku, men ætlar sær nú aftur at taka sæti á Løgtingi
Jaspur Langgaard sigur, at hann hevur eitt virki at reka og tað fer hann nú at taka fram um politikkin.
Men hann ásannar eisini, at tað hevur gjørt tað lættari at taka avgerðina at tvey at løgtingslimum floksins, Johan Dahl og Eyðdis Hartmanna Niclasen, vóru við at leggja uppskoti um fría fosturtøku fyri Løgtingið.
Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sigur, at hetta kemur ikki óvart á hann, at Jaspur Langgard gevst.
Hann sigur, at tað eru longu langt síðani, at Jaspur Langgaard boðaði flokkinun frá, at hann ikki fór at stilla upp aftur.
Hann ásannar kortini, at leikluturin hjá tveimum av tinglimum floksins í fosturtøkumálinum, hevur styrkt hann í teirri støðuni.
– Vit vóru fyrireikað upp á, at hann fór at gevast, so tað er einki nýtt í tí, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Hann harmast kortini um, at hann gevst í politikki, men hann hevur samstundis boðað frá, at hann fer ongan veg úr Sambandsflokkinum.
Fær avleiðingar fyri flokkin
Hinvegin ásannar Bárður á Steig Nielsen, at fosturtøkumálið hevur fingið stórar avleiðingar fyri Sambandsflokkin.
– Tað vistu vit, at tað fór at gera, sigur hann. Hann sigur, at tí hevur Sambandsflokkurin eisini tikið stig til, at slíkt fer ikki at henda aftur.
– Nú kunnu tinglimir í flokkinum ikki leggja uppskot fyri Løgtingið uttan at semja er um tað í flokkinum - og tað hava øll góðtikið, sigur hann.
Men fosturtøkumálið hevur fingið avleiðingar fyri flokkin, tað síggja vit á veljarakanningum, sigur Bárður á Steig Nielsen.
Tað er nevniliga fallið nógvum sambandsfólkum fyri bróstið, at tinglimir úr flokkinum vóru við til at bjarga málinum um fría fosturtøku.
Í hesum sambandi hava trý valevni kunngjørt, at tey hava meldað seg úr flokkinum.
Tann fyrsta var Edvá Jacobsen, sum fekk 201 atkvøður á seinasta løgtingsvali og sum eisini hevur sitið á tingi fyri Sambandsflokkin.
Stutt aftan á tók Áron Vest somu støðu. Hann fekk 134 atkvøður á seinasta løgtingsvali og eftir at málið um fría fosturtøku varð samtykt, hevur Sámal Hanni Lognberg somuleiðis meldað seg úr Sambandsflokkinum.
Hann fekk 172 atkvøður á seinasta vali, men nú hevur hann meldað seg upp í Miðflokkin.
Hesi trý valevnini hava tikið seg aftur sum eina beinleiðis avleiðing av fosturtøkumálinum. Og nú fer so Jaspur Langgaard, sum fekk 256 atkvøður á seinasta vali eisini úr politikki - uttan at tað beinleiðis er tengt at málinum um fosturtøku - men tað gjørdi avgerðina lættari at taka, sigur hann.
Sostatt eru tað valevni, sum fingu tilsamans 763 atkvøður tilsamans, sum ikki verða at síggja á sambandslistanum á næsta vali.
Tað harmast Bárður á Steig Nielsen um - men tað órógvar hann ikki sum so.
– Tað er slíkt, sum hendur, sigur Bárðura Steig Nielsen.
– Valevni eru komandi og farandi og hann ivast ikki í onnur valevni fara at koma ístaðin, leggur hann afturat.
Hann sigur, at tað hava tey sæð áður. Hann minnir á, at á valinum í 2015, fekk Edmund Joensen yvir 600 atkvøður. Á valinum í 20219, stillaði hann ikki upp aftur, men kortini hevði flokkurin framgongd.
– Veljarakanningr eru løtumyndir og verða ofta brúktar at vísa sína ónøgd. Ofta er støðan øðrvísi á sjálvum valdegnum, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.