Ongi úrslit

Tað hjálpti munandi at revsingin varð herd

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Tað er einki dulsmál, at tað eru nógvir bilførarar, sum brúka fartelefonina, ímeðan teir koyra bil.

Tað vátta tølini hjá løgregluni, og tað er eisini úrslitið teimum kanningum, Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt.

Úrslitið av kanningunum vísa, at umleið annar hvør føroyingur heldur, at at gáloysni er høvuðsorsøk til skaðar í ferðsluni.

Men hóast nógvir føroyingar halda, at gáloysni er orsøkin til nógvar skaðar í ferðsluni, siga nógv kortini, at tey javnan tosa í hondhildna fartelefon ímeðan tey koyra bil.

Revsingin, bilførarar fingu fyri at brúka hondhildna fartelefon ímeðan teir koyrdu, var ein bót upp á 1.000 krónur. Men í 2024 varð revsingin herd, so at nú er bótin 1.500 krónur, umframt at bilførarar fáa klipp í koyrikortið.

Og nú Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur havt ársfund, staðfesta tey, at tað hevur hjálpt.

– Hóast miðlarnir javnan boðað frá at bilførarar fáa bót og klipp fyri at brúka fartelefonina, meðan tey koyra, hava vit tó væntað, at fleiri aftra seg, tí tað er keðiligt at fáa eitt klipp í koyrikortið, sigur Ráðið Fyri Ferðslutrygd.

Og tey siga, at tað hevur gjørt mun, tí hóast stutt er fráliðið, síðani revsingin varð hert, sær út til, at tølini frá løgregluni at tala sítt greiða mál.

Tað verða nevniliga nógv færri tikin fyri at brúka fartelefon ímeðan tey koyra bil.

Sí tølini niðan fyri.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Nógv havnarfólk hava havt vitjan av løgregluni í nátt

16. apríl kl. 07:41

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

4 tímar síðan